Rakel Helmsdalسn. Ssb Wa RRsoاKdr t
| Rakel Helmsdal | |
|---|---|
|
| |
| er eitt | menniskja |
| Fødd(ur) | 25. sep 1966 |
| Starv | høvundur, barnabókahøvundur, yrkjari |
| Mál | Føroyskt mál |
| Dátuheiti | |
| ISNI | 0000 0003 5474 709X |
| VIAF | 58363144 |
| LCAuth | n97044048 |
| Commons | Rakel Helmsdal |
Rakel Helmsdal er fødd 25. september 1966 í Tårnby á Amager, men hevur búð meginpartin av lívi sinum í Havn. Tó hevur hon búð fimm ár í Frankaríki, har hon skrivaði fýra av bókum sínum. Rakel er dóttir Guðrið Helmsdal. Hon hevur undirvíst í kreativari skriving og drama og hevur skrivað og sett upp leikir saman við ungdómi. Rakel er serliga kend fyri bøkurnar um dreingin Viktor Hugo Persson og myndabøkurnar um lítla og stóra skrímsl. Fýra bøkur eru komnar út um Hugo og ein við søgum úr Port Janua, har hann býr. Fyrsta bókin: Tey kalla meg bara Hugo, er týdd til norskt. Bøkurnar um skrímslini hevur Rakel skrivað saman við svenska rithøvundanum Kalle Güettler og íslendska myndprýðaranum og høvundanum Áslaug Jónsdóttir. Bøkurnar eru komnar út í Føroyum, Íslandi, Svøríki, Fraklandi, Finlandi, Spania og Noregi. Rakel Helmsdal hevur marionett-leikhúsið Karavella Marionett-Teatur, har hon setir upp egnar leikir. Hon var forkvinna í Rithøvundafelag Føroya 2009 til 2011.
Innihaldsyvirlit
- 1 Bibliografi
- 1.1 Bøkur
- 1.2 Stuttsøgur
- 1.3 Sjónleikir
- 2 Heiðurslønir
- 3 Keldur
- 4 Slóðir
Bibliografi[rætta | rætta wikitekst]
Bøkur[rætta | rætta wikitekst]
- 1995 - Tey kalla meg bara Hugo (2. útgáva: 2003)
- 1996 - Søgur úr Port Janua
- 1997 - Hvørjum flenna likkurnar at, Hugo?
- 1998 - Drekar og annað valafólk, við myndum eftir Edward Fuglø
- 2003 - Kom yvirum, Hugo!
- 2004 - Nei! segði lítla skrímsl, skrivað saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler
- 2006 - Stór skrímsl gráta ikki, skrivað saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler
- 2007 - Gott hugflog Hugo
- 2007 - Myrkaskrímsl, skrivað saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler
- 2008 - Skrímslasótt, skrivað saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler
- 2008 - Várferðin til Brúnna, Úr Mosakulluni 1, við myndum eftir Edward Fuglø
- 2009 - Veturin hjá Undu. Úr Mosakulluni 2, við myndum eftir Edward Fuglø
- 2010 - Skrímslavitjan, skrivað saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler
- 2011 - Skrímslahæddir, skrivað saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler
- 2011 - Veiða vind, tónleikaverk, bók og fløga. Rakel skrivaði tekstin, Kári Bech gjørdi tónleikin og Janus á Húsagarði teknaði myndirnar. Tónleikaverkið var framført í Norðurlandahúsinum fyri 3500 børnum úr øllum landinum.[1] - á íslendskum í 2013
- 2011 - Revurin við silkiturriklæðinum
- 2013 - Klandursskrímsl, skrivað saman við Áslaug Jónsdóttir og Kalle Güettler
- 2014 - Hon, sum róði eftir ælaboganum
Stuttsøgur[rætta | rætta wikitekst]
- 1989 - Firvaldaseljarin (Brá)
- 1989 - Dýpið (Brá, seinni umsett til norskt í Fysta ferda bort, Samlaget, 1993)
- 1990(?) - Ferðandi í tíð og rúmd (ferðahugleiðing (Varðin 52))
- 1993 - Delirium symphonica (yrking í Brá)
- 1995 - Glámlýsi og mánalátur (Birting 1995, og Søgur úr Port Janua, BFL, 1996)
- 1995 - Argantael (Ein varligur dráttur í tara, MFS, 1995)
- 1993 - Køksgluggin (Barnablaðið nov. & des. 1993, myndir Edward Fuglø, og í Drekar og annað valafólk, BFL, 1998)
- 1995 - Apríl (Søgur úr Port Janua, BFL, 1995, og Heiðin hind, Skúlabókagrunnurin, 1999)
- 1996 - Skerdu vit veingir tínar, Ikaros? (Søgur úr Port Janua)
- 2001 - Angi av ribes (Mjørki í heilum, BFL, 2001)
- 2002 - Huldumjørkin (Vit lesa. Kom við (Skúlabókagrunnurin) 2002)
- 2005 - Alioth ("Mín jólabók 2005", BFL)
- 2006 - Fimm mans til eina kvartett (Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur (BFL) 2006)
- 2007 - Kvirra nátt ("Mín jólabók 2007", BFL)
- 2008 - Ov nógv av tí góða - og eitt sindur afturat ("Mín jólabók 2008", BFL)
- 2010 - Spitølsk í Elskar - elskar ikki
Sjónleikir[rætta | rætta wikitekst]
- 1988 – Nær kemur kavin?
- 1989 – Ævinliga árið
- 1989 – Brúsajøkul
- 1996 – Kvarnareygað Purpurreyða
- 1997 – 5 violettir flugusoppar
- 1998 – Tá mánin setur og sólin rísur
- 1999 – Vitavørðurin
- 2000 – Sildrekin
- 2002 – Gomul skuld[2]
- 2011 – Revurin við silkiturriklæðinum
- 2012 – Skrímslini
Heiðurslønir[rætta | rætta wikitekst]
- 2016 - Fekk Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri bókina Hon, sum róði eftir ælaboganum.[3][4]
- 2015 - Fekk starvsløn í 6 mánaðir frá Mentanargrunni Landsins[5]
- 2013 - Fekk Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri Veiða vind og Skrímslabøkurnar
- 2013 - “Veiða vind” tilnevnd Norðurlendsku barnabókavirðislønina.
- 2011 - “Skrímslahæddir” tilnevnd Fjörðuverðlaun í Íslandi.
- 2010 - ”Várferðin til Brúnna” tilnevnd Barna- og Ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins.
- 2008 - Virðisløn í stuttsøgukapping um at skriva stuttsøgu til ungdóm
- 2007 - Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur fyri Stór skrímsl gráta ikki[6]
- 2005 - Fekk 3 ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins
- 2004 - Dimmalim heiðursløn (Ísland) fyri Nei! segði lítla skrímsl
- 1996 - Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs fyri Tey kalla meg bara Hugo.
Keldur[rætta | rætta wikitekst]
- ↑ Snar.fo, Veiða vind
- ↑ Rit.fo
- ↑ http://www.vestnordisk.is/borne-og-ungdomslitteraturprisen-gik-til-rakel-hemsdal-fra-faeroerne/
- ↑ Bertholdsen, Áki (21 December 2015). "Rakel í uppskoti til virðisløn". in.fo. http://www.in.fo/index.php?id=42&tx_news_pi1%5Bnews%5D=318365&tx_news_pi1%5Bcontroller%5D=News&tx_news_pi1%5Baction%5D=detail&cHash=448294f60d81ec3913caa8a4ca11503d. Heintað 30. desember 2015.
- ↑ in.fo - Hesi listafólkini hava nú fingið starvsløn. Skrevet af Áki Bertholdsen, 6. februar 2015
- ↑ Borgarbokasafn.is
Slóðir[rætta | rætta wikitekst]
- BFL.fo
- Almenna heimasíðan hjá Rakel Helmsdal